Antal brugere: 74 Ikke aktiverede brugere: 0 Nyeste bruger: Isak
Velkommen
Vælkomin á heimasíðuna hjá Harmonikufelag Føroya
Treff á Haraldsundi
Tann 04.06.10 var treff á Haraldsundi. Dansur var um kvøldið, har limir í Harmonikufelag Føroya spældu. Stemningurin var avbera góður og fólk vóru sera væl nøgd. Sí myndir í fotoalbumi
Tann 22.05.10 var sølumarknaður í Eydnuni á Oyrarbakka. Harmonikufelag Føroya hevði tombola og undirhald. Ein sera góður dagur. Sí myndir í fotoalbumi.
Í sambandi við aðalfundin tann 6. mars, var harmonikutreff í Nólsoy í vikuskiftinum. Ferðin var sera væl eydnað við nógvum tónleiki og góðum stemningi. Vit takka nólsoyingum fyri blíðskaðin. Sí myndir í fotoalbumi. Vh nevndin
í sambandi við at Sólgerð fylti 50 ár tann 3. febr. vóru limir í harmonikufeløgunum, við maka, bodnir í føðingardag. Ein sera góð løta við nógvum harmonikutónleiki. Stóra takk øll somul, fyri eina ríka løtu. Sí myndir í fotoalbumi.
Tann 6. des.var jólahugni hjá Harmonikufelag Føroya í Hoyvíkar skúla. Tað var ein sera hugnalig løta, við spæli, skemti og nógvum harmonikutónleiki. Sí fotomyndir
Tann 29. nov. fylti Óli Johannesen 60 ár. Dagurin varð hildin á Hotel Eiði 28. nov.
Nakrir limir í Harmonikufelag Føroya vóru í føðingardag. Harmonikur, gittarar og sangur settu sín dám á løtuna. Ein frálíkur føðingardagur. Sí myndir í fotoalbumi.
Tann 07.11.09 var harmonikutreff á Viðareiði. Um kvøldið var almenn ræstkjøtaveitsla, har limir í Harmonikufelag Føroya spældu til borðhaldið. Aftaná varð spælt dans.
Her sita nakrir av Føroya bestu Jularbo spælarum og hugna sær. Ein avbera góður dagur. Sí fotoalbum.
Tann 25.10.09 beyð Harmonikufelag Føroya Havnar Harmonikufelag av í bowling.
Vinnarar á hvørjum bana fingu eina gávu. Havnar Harmonikufelag vann kappingina ímillum feløgini, so nú stendur
1-0 til HH. Men vit taka dystin upp aftur eina aðra ferð.
Ein sera góð og stuttlig løta, har vit ótu og prátaðu aftaná dystin. Nevndin takkar fyri góða undirtøku og gott lag.
Sí 25 myndir í fotoalbumi.
Frá 21.-23. aug. var harmonikutúrur við Norrønu. Fleiri limir í Harmonikufelag Føroya spældu við, sum bólkar. Veðrið var av tí besta, og stemningurin var góður.