Dansur í Havn í 50'unum.
Myndin lýsir væl hvussu tað var at ganga í dans í 1950'unum.
Á myndini eru kendir persónar, sum enn tann dag í dag eru virknir tónleikarar. Maðurin við harmonikuni er eingin minni enn Regin Jacobsen og aftanfyri trummurnar situr Simmi og Haldan á guitar. Myndin er úr Tórshøll.
Á www.teyavkamarinum.com eru fleiri forvitnisligar myndir og frásagnir um hesa tíðina.
|
Nevndin arbeiðir við ætlanum um, at felagið møguliga skal luttaka á Jyderup Harmonikafestival 2012. Festivalurin er í døgunum 16. - 19. august. Freistin fyri at tekna seg til at luttaka er 20. mai og skal hetta gerast á telefon +298 282065. Meira verður at frætta um hetta seinni.
Skeið við Torild verður í Havn frá 16. - 24. juni í Hoyvíkar skúla. Torild lýsir dagarnar soleiðis: Spiller du harmonika og har lyst at forsøge at spille i en rigtig stor gruppe eller orkester? Her vil du blive sat ind i hvordan du kan lære at læse noder på en sjov og effektiv måde. Deltagerne bliver fordelt i niveaudelte grupper, sådan at du kommer til at overskue og mestre lige det du skal på den stemme, der passer til dit niveau.
Teir bólkar og einstaklingar, ið ætla sær at spæla umborð á Norrønu á harmonikutúrinum, skulu melda til hjá Kára Mikkelsen á telefon 216880. Treytin fyri at luttaka er, at harmonikan er tað berandi instumentið í bólkinum og ikki bert ein viðfáningur fyri at kunna luttaka.
|



Jyderup Harmonikafestival 2012
Harmonikutúrurin við Norrønu 2012





