| Áheitan til spælararnar til Harmonikudansin á Hálsi 2012 |
Nevndin |
| Rimmar Harmonikudansur 2012 |
Vit hava eisini vitjan av Mogens Bækgaard, sum er ein snidlingur á harmoniku og kontrabas.
Kostnaðurin fyri tiltakið er 250,- kr. Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni og á Magnstøðum kring landið. Ikki seld atgongumerki fáast við dyrnar fyri 300 kr. Hjartaliga vælkomin Nevndin
|
| Aðalfundur 2012 |
Nevndin
|
| Fundur um 25. februar 2012 |
|
| Syngið við í KFUM&K í Klaksvík |
Harmonikuspælarar, sum hava hug at spæla við, verða biðnir um at møta til venjing í KFUM&K í Klaksvík kl. 13 tann, 14. januar 2012. Tiltakið byrjar kl. 19:30 og er til kl. 20:15, tá ið andakt verður. Spælt verður síðani til kl. 21:00. Aftaná verða øll boðin til ein drekkamunn. Vegna fyrireikararnar Harald Petersen
|
| Jólahugni 2011 |
Vinarliga nevndin p.s. myndin er frá jólahugna 2009 |
| Odense Harmonikacenter 2011 |
Stór harmonikufarmsýning við yvir 100 harmonikum verður í Klaksvík á Klaksvíkarvegi 72 frá 29. nov til 7. des. Opið verður hvønn dag frá kl 10:00 til 20:00. Eisini verður ein minni framsýning við klaverum og elpiano, og Nelly & Preben undirhalda. Øll eru hjartaliga vælkomin. Heilsan nevndin |
| Workshop í samband við vitjan |
Í samband við vitjanina hjá Preben Andersen verður workshop sunnudagin 4. des frá kl 18:00. Preben Andersen greiðir frá ymiskum sløgum av harmonikum, cassotto, musetto, ymiskum stemmum, bygnaði o.ø. Aftan á undirhalda konan Nelly og Preben í uml. hálvan tíma. Síðani verður ein kaffimuður og høvi verður at spyrja og at hyggja eftir ljóðførum. Hjartaliga vælkomin til eina áhugaverda hugnaløtu. Vinarliga nevndin P.s. Vit møtast kl 16:00 til samanspæl!
|
| Dansur í Kvívík |
Harmonikudansur í samband við damukvøld í Glæmuni í Kvívík Tann 22 okt. 2011 verður skipað fyri kvinnukvøldi í Glæmuni í Kvívík. Har verður mangt ymiskt á skránni. Eitt nú kemur blaðstjórin á Kvinnu at greiða frá týdninginum av blaðnum, Jákup Lind Dam kemur at framføra sangir av nýggju fløguni ogharaftr at verður ymiskt undirhald. Tá ið kvinnukvøldið er endað, verður dansur við vælspælandi limum úr Harmonikufelag Føroya. Øll yvir 14 ár eru hjartaliga vælkomin. Bygdarfelagið Glæman í Kvívík. |
| Mogens Bækgaard |
Mogens Bækgaard
Les um harmonikuspælaran og bassistin Mogens Bækgaard og um Jyderup harmonika & Pianoservice á www.harmonikaservice.dk |
| Harmonikuskeið í Nólsoy |
Harmonikuskeið í Nólsoy 2011 Harmonikuskeið við Torild Aasen verður frá 16.-18. September í Nólsoy. Skeiðið er fyri limir í Harmonikufelag Føroya og Havnar Harmonikufelag. Hetta er eitt grundskeið, har øll kunnu fáa nakað burturúr. Seinnapart er møguleiki hjá víðarikomnum, sum duga at lesa nótar, at fáa undirvísing og spæla saman. Kostnaður fyri skeið, uppihald og mat er 500 kr. Tekning á tel. 282066 áðrenn 10. Sept. Tey, sum vóru á skeið í Horne, verða biðin um at siga frá, ynskja tey ½ tíma eykaundirvísing privat. Hetta kostar ikki nakað, men er eitt tilboð frá Torild. Vinarliga Sólgerð
Med Music Mind Games kan jeg gennemgå nodenavn og deres placering på nodesystemet samt nodeværdier. Dette foregår ved hjælp af en fantastisk pædagogisk ide som er ved at brede sig over hele verden. I stedet for at terpe på gammel maner, leger man tingene ind. Legen er lige velegnet til voksne, som til børn. Ved hjælp af materiale, som jeg medbringer, kan vi lege med lyde, bankobrikker og plancher – og uden at man er bevidst om det, har man efter kort tid fået forståelse for hvordan nodesystemet fungerer. Med venlig hilsen Torild Aasen |
| Syngið við í Skálavík |
Frítíðar- og skeiðsdepilin í Skálavík Harmonikufelag Føroya hevur fingið ein fyrispurning frá fyriskiparum til syngið við kvøld í Frítíðar- og skeiðsdepilin í Skálavík. Tiltakið, sum verður við andaligum tónleiki, verður tann 27. august 2011 kl. 18:30. Møtt verður í deplinum kl 14:30 til venjingar. Báturin siglir av Gomlu Rætt kl 13:15 og seinasti túrur yvir um aftur er kl. 22:30. Tey, sum hava áhuga, verða biðin um at boða frá á tel 282065 skjótast til ber. |
| Sjómannadagur í Klaksvík 2011 |
Aftur í ár fara vit at spæla á sjómannadegnum. Vit møta umborð á Draganum leygardagin tann 20.08 kl 08:50. Bólkar og einstaklingar verða biðin um at boða frá luttøku á tel tel 282065. Heilsan nevndin |
| Treff í Haraldsundi |
Tann 04.06.10 var treff á Haraldsundi. Dansur var um kvøldið, har limir í Harmonikufelag Føroya spældu. Stemningurin var avbera góður og fólk vóru sera væl nøgd. Sí myndir í fotoalbumi |
| Tiltak í Eydnuni |
Tann 22.05.10 var sølumarknaður í Eydnuni á Oyrarbakka. Harmonikufelag Føroya hevði tombola og undirhald. Ein sera góður dagur. Sí myndir í fotoalbumi. |
| Bátastevna á Toftum 2010 |
Tann 1. mai var bátastevna á Toftum. Harmonikufelag Føroya spældi á bryggjuni, tá ið bátarnir komu inn. Sí fotoalbum |
| Aðalfundur í Nólsoy 2010 |
Í sambandi við aðalfundin tann 6. mars, var harmonikutreff í Nólsoy í vikuskiftinum. Ferðin var sera væl eydnað við nógvum tónleiki og góðum stemningi. Vit takka nólsoyingum fyri blíðskapin. Sí myndir í fotoalbumi. Vh nevndin |
| Sólgerð XX |
í sambandi við at Sólgerð fylti 50 ár tann 3. febr. vóru limir í harmonikufeløgunum, við maka, bodnir í føðingardag. Ein sera góð løta við nógvum harmonikutónleiki. Stóra takk øll somul, fyri eina ríka løtu. Sí myndir í fotoalbumi. |
| Jólahugni 2009 |
Tann 6. des.var jólahugni hjá Harmonikufelag Føroya í Hoyvíkar skúla. Tað var ein sera hugnalig løta, við spæli, skemti og nógvum harmonikutónleiki. Sí fotomyndir |
| Óli Johannesen 60 |
Tann 29. nov. fylti Óli Johannesen 60 ár. Dagurin varð hildin á Hotel Eiði 28. nov. |
| Treff á Viðareiði 2009 |
Tann 07.11.09 var harmonikutreff á Viðareiði. Um kvøldið var almenn ræstkjøtaveitsla, har limir í Harmonikufelag Føroya spældu til borðhaldið. Aftaná varð spælt dans. |
| Bowling 2009 |
Tann 25.10.09 beyð Harmonikufelag Føroya Havnar Harmonikufelag av í bowling. |
| Aðalfundurin 2009 |
Aðalfundurin 2009 Tann 27.09.09 var aðalfundur í Hoyvíkar skúla. Sí myndir í fotoalbumi |
| Harmonikutúrurin við Norrønu 2009 |
Frá 21.-23. aug. var harmonikutúrur við Norrønu. Fleiri limir í Harmonikufelag Føroya spældu við, sum bólkar. Veðrið var av tí besta, og stemningurin var góður. |
| Bátastevnan á Toftum 2009 |
Tann 09.05.09 var bátastevna á Toftum. Limir í Harmonikufelag Føroya spældu, tá ið bátarnir komu inn. Sí myndir í fotoalbumi. |
| Syngið við í Vági |
Tann 28. febr. 2009 spældu limir í Harmonikufelag Føroya í Stóra Pakkhúsi í Vági. Sí myndir í fotoalbumi |
| Harmonikuspæl |
Tann 18.01.09 var harmonikuspæl og hugni í Hoyvíkar skúla. Mette Kathrine Jensen var gestur og spældi saman við okkum. Ein frálík løta |
| Jólahugni 2008 |
Tann 07.12.08 var hugnaløta hjá Harmonikufelag Føroya í Hoyvíkar skúla. Tað var sera hugnaligt at spæla jólaløg o.a. saman. Vit hugnaðu okkum og fingu smyrjibreyð og kaffi. Ein frálík løta við skemtingarsomum limum. |
| Eyka aðalfundur 2008 |
Eyka aðalfundur var í Eysturskúlanum í Havn tann 26.10.08. Sí fotoalbum |
| Stuðulskonsert 2008 |
Stuðulskonsert 2008 Stuðulskonsert til frama fyri arbeiði í Rumenia, sum Calarasi Missiónin ger, var í Badmintonhøllini í Klaksvík tann 18.10.08. Thomas Juul Askham stóð fyri tiltakinum, sum eydnaðist avbera væl. |
| Aðalfundur 2008 |
Tann 27. 09.08 var aðalfundur hildin í Skemmingsgarði á Sandi. Sandoyggin er vøkur, tað upplivdu vit eisini henda dagin, tá ið vit vóru í Søltuvík og heilsaðu upp á 7 kópar. Sí myndir í fotoalbumi |
| Sjómannadagurin 2008 |
Tann 16.08.08 var sjómannadagur í Klaksvík. Eisini varð 100 ára føðingardagur hjá býnum hátíðarhildin. Harmonikufelag Føroya undirhelt ymsar staðir við sangi og spæli. Nógv fólk var komið saman at síggja tær mongu kappingarnar og framsýningarnar. Ein væl eydnaður dagur. Sí myndir í fotoalbumi |
| Framsýning 2008 |
Í døgunum 15.-16 juli høvdu Erling Andersen og konan, framsýning av brúktum harmonikum í Havn og Klaksvík. Sí fotoalbum |
| Workshop 2008 |
Tann 13.07.08 hevði Mette Kathrine Jensen úr Danmark workshop Eysturskúlanum. Sí myndir í fotoalbumi. Tú kanst lesa um Mette Kathrine á www.mettekathrine.dk |
| Útferð í Vágunum 2008 |
Sunnudagin tann 25.05.08 skipaði HF fyri útferð við bussi til Vágarnar. Veðrið var av ti allar besta, og teir flestu høvdu makarnar við. Vitjað varð í torninum á flogvøllinum, í Pakkhúsinum í Bø, í Gásadali og á bedingini við Leitisvatn. Sí myndir í fotoalbumi.
|
| Bátastevna á Toftum 2008 |
Leygardagin 03.05.08 var bátastevna á Toftum. Limir í Harmonikufelag Føroya spældu á bryggjuni, tá ið bátarnir løgdu at. Sí fotoalbum |
| Flóvin 70 |
Flóvin Jacobsen hevði 70 ára føðingardag tann 26.04.08. Opið opið hús var á Velbastað allan dagin, og vit vóru nøkur úr Harmonikufelag Føroya, sum heilsaðu upp á Flóvin og familjuna. Blíðskapurin var stórur og maturin framúr góður. Tað var sera hugnaligt og harmonikutónarnir settu dám á. Vit takka hjartaliga fyri løtuna og ynskja tykkum góðan byrð framyvir. Sí fotoabum |
| Venjing í Eysturskúlanum |
Venjing í Eysturskúlanum Tann 06.04.08 var harmonikutreff í Eysturskúlanum. Tilsamans møttu 14 limir. Tað var, sum altíð, hugnaligt at møtast, práta, drekka kaffi og spæla. Sí myndir í fotoalbumi. |
| Terff í Nólsoy 2008 |
Tann 29.02.08 varð farið til Nólsoyar á vikuskiftistreff. Veðrið var gott, og vit vóru sera væl móttikin. Vit takka nólsoyingum, bæði teimum, sum spældu saman við okkum, teimum, sum komu inn á gólvið, og ikki minst Hilmari og Gunnvør, sum syrgdu fyri, at vit vóru mett og væl sett. Ein frálíkur túrur úr enda í annan. Á myndini spæla Hilmar og Finn. Fleiri myndir eru í fotoalbumi. |
| Heiðurslimur |
Sunnudagin tann 17.02.08 var hugnaløta í Sjómansskúlanum í Klaksvík. Hetta var í samband við, at Birte Havn Rasmussen varð kosin heiðuslimur í HF fyri góðan stuðul. Birte flytir til Danmarkar at búgva, nú hon er vorðin einkja. Pole handaði Birte heiðursbrævið. Sí myndir í fotoalbumi |
| Aðalfundur 2008 |
Tann 26.01.08 var aðalfundur í Glæmuni í Kvívík. Vit høvdu ein góðan fund og eina hugnaliga løtu við lívligum harmonikutónum. Sí fundarfrágreiðing í vinstra bredda. Myndir liggja inni í fotoalbum |
| Sangløta í Vági |
Sangløta í Vági Tann 27.10.07 var sangløta í Stóra Pakkhúsi í Vági. Har var hugnaligt inni og fólk vóru glað og sungu væl við. Vit takka fyri stóra blíðskapin, ið sýndur var okkum, bæði í Pakkhúsinum og heima hjá Poul og Oslu, vegna Harmonikufelag Føroya |
| Harmonikuterff í Vági 2007 |
Harmonikutreff, sangløta og dansur í Stóra Pakkhúsi í Vági Tann 27.10.07 verður harmonikutreff í Stóra Pakkhúsi í Vági. Um kvøldið verður almenn sangløta frá kl. 22:00 - 24:00 og dansur aftaná. Spælarar, sum ynskja at koma við, verða bidnir um at siga nevndini frá, sum skjótast. Meira kunning er á heimasíðuni fyri limir. Hjartaliga vælkomin |
| Ljósbrot |
Ljósbrot |
| Sjómannadagurin 2007 |
Teir settu dám á sjómannadagin í Klaksvík Frá vinstru: |
| Glaðir limir í HF |
Glaðir limir í HF |
| White Wables |
|
| Elvis og Lennon |
|
| Tíðindir |
Tíðindir |
Tíðindir
Til felagssælið, mótið endanum á dansinum, verður skráin frá Íslandstúrinum 2010 brúkt. Hesi løg skulu allir bólkar halda seg frá at spæla í síni skrá. Nótar, tekstir og skránna frá Íslandstúrinum finnur tú í nótasavninum. Løgini eru:
Harmonikufelag Føroya og Kyndil skipa fyri Syngið við og Rimmar Harmonikudansi í Høllini á Hálsi 25. februar 2012. Byrja verður kl. 20 við "Syngið við," sum Tres Amigos skipa.
Aðalfundur felagsins verður í hølinum hjá Kyndli í Gundadalshøllini 25. februar 2012 kl. 16 til 19. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi 14 dagar áðrenn fundin. Møtið fjølment.
Góðu spælarar, sum luttaka til tiltakið hjá Kyndli tann 25. febr. Fundur verður á Mýrisnípuvegi 26, sunnudagin tann 15 januar kl 17:00. Umráðandi er, at minst eitt umboð frá hvørjum bólki møtir. Kunnað verður um mannagongd á pallinum og vit skipa okkum.
Jólahugni verður í Hoyvíkar skúla sunnudagin tann, 11. desember 2011 kl. 17:00. Øll eru hjartaliga vælkomin.


Frá 12. – 22. september hava vit vitjan av Mogens Bækgaard, sum kemur at stemma harmonikur. Limir í Harmonikufelag Føroya og Havnar Harmonikufelag hava fyrsta rætt. Tey, sum vilja hava harmonikur stemmaðar kunnu ringja á tel. 282066 ella 513949 áðrenn leygardagin 10 sept. Tá ið Mogens einans steðgar í 10 dagar, verður gongdin “først til møllen” brúkt, so haldið tykkum framat. Hann stemmar so nógvar harmonikur, sum tíðin loyvir. 

Sjómannadagur í Klaksvík 2011
Treff í Haraldsundi 2010
Tiltak í Eydnuni
Bátastevna á Toftum 2010
Aðalfundur í Nólsoy 2010
Sólgerð 50
Jólahugni 2009
Óli Johannesen 60 ár
Treff á Viðareiði 2009
Bowling 2009
Harmonikutúrurin við Norrønu 2009
Bátastevnan á Toftum 2009
Syngið við í Vági
Harmonikuspæl
Jólahugni 2008
Eyka aðalfundur 2008
Aðalfundurin 2008
Sjómannadagurin 2008
Framsýning 2008
Workshop 2008
Útferð í Vágunum 2008
Bátastevna á Toftum 2008
Flóvin 70
Treff í Nólsoy 2008
Heiðurslimur
Aðalfundur 2008




"White Wables"
Ja! Elvis og Lennon hava báðir spælt harmoniku.








