Harmonikufelag Føroya og Kyndil skipa fyri Syngið við og Rimmar Harmonikudansi í Høllini á Hálsi 25. februar 2012. Byrja verður kl. 20 við "Syngið við," sum Tres Amigos skipa.
Vit hava eisini vitjan av Mogens Bækgaard, sum er ein snidlingur á harmoniku og kontrabas.
Kl. 23 byrjar dansurin. Tetra leggur fyri, og síðani koma Klaksvíkskingar, Nólsoyingar, Flamingo, Kallar, Norrøna Band og Felagsspæl har allar harmonikurnar luttaka.
Kostnaðurin fyri tiltakið er 250,- kr. Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni og á Magnstøðum kring landið. Ikki seld atgongumerki fáast við dyrnar fyri 300 kr. Hjartaliga vælkomin
Nevndin









