Havnar  Harmonikufelag kemur við mannsterkum liði, saman við gitar,bass og  sangarum, at spæla til felagssang og dans í Reinsarínum. Harmonikudansur  hevur verið tiltikin og væl dámdur. Vit fara aftur at fríska upp tann  stemning og ljóm, sum harmonikan er so væl kend fyri at geva. Fyrri  partur av kvøldinum verður felagssangur og seinni dansur.  Hugsast kann,  at farið verður upp á gólv við onkrari vísu. Barrin verður opin. Tað  eldra ættarliðið hevur her eitt gilt høvi til eitt hugna-,sang- og  dansikvøld burturav. Vit halda á til uml. midnátt.
 Gestasangarar eru hesu ferð Sámal Ravnsfjall og Lív Dam. Sámal og Lív fara at syngja og tulka Evert Taube.

 
                		 
                		
 
 Lørdag, 13. april 2019 07:56 |
Lørdag, 13. april 2019 07:56 |  Skrevet af Administrator |
Skrevet af Administrator | 

